Arni Zachariassen hugleiðir um leiklutin hjá Gudi í einum órættvísum og stundum óndum heimi.
Tekstur og mynd: Arni Zachariassen
info@roddin.fo
Eg sá eina sending herfyri við einum týskum manni, sum búði til Kambodja. Hann varð fluttur við einum endamáli: At kynsliga misnýta børn og selja myndir og filmar av tí á internetinum. Hetta bar til, tí sosiala og fíggjarliga støðan í Kambodja er so ring, at keypa børn til síni óndu endamál, og varð hann fangaður, so var lætt hjá honum at mutra myndugleikarnar, tí ein vanligur løgreglumaður tjenar ikki meir enn 150 krónur um mánaðan.
Í sendingini varð maðurin fangaður enn eina ferð, men hesuferð av vesturlendskum myndugleikum – við einum myndaliði. Og myndirnar vóru ikki tespiligar. Á stovuborðinum hevði hann øll møgulig kynsleiku (misnýtsluamboð er kanska eitt betri orð í hesum samanhanginum), og í kamarinum stóð ein røð av harddiskum, fullir av tilfari, hann hevði framleitt. Tá ið hann fann útav, at nú var hann veruliga fangaður, royndi hann bókstaviliga at leypa út gjøgnum vindeyga og gera sjálvmorð. Tað miseydnaðist tíbetur, og patetiski maðurin varð sendur á embassaduna og víðari heim til Evropa, har ein dómstólur bíðaði honum.
Slíkar myndir, støður og slík menniskju órógva okkum øll. Tað tykist óveruligt, at nakar kann vera so óndur. Ikki bara at misnýta børn kynsliga, men at leggja so nógvar tankar og tilfeingi í tað sum hesin týski maðurin. Vit samkenna samstundis við ofrunum og vóna við øllum okkara hjarta, at okkara egnu børn ongantíð koma nær slíkum ódjórum. Og sum samfelag royna vit at gera tað, vit kunna at forða fyri, at slíkt hendur og at revsa, tá ið vit ikki megna tað.
Men afturat okkara menniskja- og samfelagsligu reaktión vekja slík dømi um óndskap og órættvísi fyri nógv av okkum, trúgvandi sum ikki trúgvandi, andaligar spurningar. Gud sigst at vera góður. Hví hendur so sovorðið? Hvussu kann Gud, sum eisini sigst at vera almáttugur, loyva slíkum óndskapi og órættvísi at fara fram? Fyri summi er hendan gátan prógv um, at Gud ikki er til. Ella, um hann er til, at hann ikki eru nóg máttugur at gera nakað við støðuna ella kanska ikki leggur í at gera nakað við hana. Kanska er Gud líkasælur ella beinleiðis óndur. Líkamikið hvat, so er hann í hvørt fall ikki verdur okkara trúgv, bønir og lovprísan.
Eg sympatiseri við hesum sjónarmiði. Eg trúgvi eisini, at Gud sjálvur sympatiserar. Og eg trúgvi, at hann ber yvir við teimum, ið venda honum bakið av hesi orsøk.
Eg havi tað persónliga tó ikki soleiðis. Har, sum summi ikki trúgva á Gud, tí óndskapur er til, so havi eg tað annarleiðis: Eg trúgvi á Gud, nevniliga tí heimurin er eitt ónt og órættvíst stað.
Tá ið eg síggi kynsliga misnýtt børn í sjónvarpinum, kann eg ikki annað enn trúgva á Gud. Tá eg tosi við tey, sum eru mær nær og hava verið úti fyri tí sama, kann eg ikki annað enn seta mítt álit á ultimativt rættvísi; tað at einaferð í framtíðini fer Gud at gera alt rætt. Eg kann ikki annað, í einum óndum og órættvísum heimi, enn krøkja meg fastan í kristnu søguna, sum sigur, at Gud í Jesusi líður saman við teimum, sum líða, og ígjøgnum hesa líðing er byrjaður at rætta uppá hendan skeiklaða heimin. Eg má trúgva, at ein dag verður javnvágin rættað, at ein dag, so skal Gud turka øll okkara tár.
Ein óndur og órættvísur heimur við Gudi er órógvandi á nógvar mátar, men ein óndur og órættvísur heimur uttan Gud er ótolandi.
Hetta er ikki nakað argument fyri Guds eksistensi ella fyri kristindómi, eg veit. Eg skilji væl, um fólk ikki halda hetta vera serliga sannførandi ella attraktivt. Hetta er einans mín frágreiðing um, hvussu eg fái tingini at hanga saman. Kanska er hetta ein teologisk projektión, mín dulvitska sálarliga vendir sær til, so eg skal orka at liva. Kanska. Men eg haldi ikki. Hetta er hinvegin ein av høvðusorsøkunum, at eg eri og blívi við at vera kristin. Og eg orki at liva.

