10 mai 2012
Bloggur: Ein kavari kyssir ein grindaskølt. Hann grætur, og er skelkaður. Manningin umborð á Sea Shepherd er lamsligin. Kenslur eru høvuðsdrívmegin í ”Whale Wars – Viking Shores”, sum Animal Planet varpar um allan heim.
Les alla greinina
Postað í Alt, Bloggar, Samfelag
03 mai 2012
Hósdagin tann 3. mai kl 19.00 skipar Tórshavnar kommuna í sambandi við umhvørvisvikuna fyri grønari konsert á Vaglinum. Seks bólkar fara at framføra; alt frá poppdrotningunum í Divaz til punkrokkararnar í 200.
Les alla greinina
Postað í Mentan, Talubløðran, Tiltøk
03 mai 2012
Bólkurin Gipsy Train hevur nýliga verið í upptøkuhølum saman við framleiðaranum Benjamin Petersen og tikið nýggja staklagið "Run, Baby, Run" upp, sum tú kanst taka niður ókeypis her.
Les alla greinina
Postað í Alt, Ljómur, Mentan, Talubløðran, Upptøkur
03 mai 2012
Politiskt kjaftaslit, gestarøða við Sonju Jógvansdóttir og javnaðarball eru millum tættirnir á landsstevnu Javnaðarfloksins, "Vit síggja reytt", sum verður í Skopun um vikuskiftið.
Les alla greinina
Postað í Samfelag, Talubløðran, Tiltøk, Tíðindaskriv
03 mai 2012
Politiskt lesarabræv: Mótmælini frá Unga Tjóðveldi og Sosialistisk Ungdómi mótvegis samgonguni, har tey siga seg ikki vilja gevast, fyrr enn hon er koyrd frá, má metast sum størsta álopið á okkara fólkaræði í nýggjari tíð, sigur ungmannafelagið HUXA.
Les alla greinina
Postað í Alt, Lesarabrøv, Samfelag, Talubløðran
03 mai 2012
Politiskt lesarabræv: Aftaná at hava tryggjað sær sjálvum fleiri túsund krónur um mánaðin í skattalætta, skal enn ein útsettur bólkur skerjast. Hesaferð tey arbeiðsleysu, har hægsta útgjaldið nú minkar við 2500 kr um mánaðin, ella 12,5%, sum er eitt øðiligt høgg í einum, sigur Bjørt Samuelsen.
Les alla greinina
Postað í Alt, Lesarabrøv, Samfelag, Talubløðran
03 mai 2012
Seinasta vikuskifti var altjóða dansidagur kring heimin, eisini her í Føroyum. Í hesum sambandi hevur listakvinnan, koreografurin og dansarin, Jóna Kristin Thomsen, forvitnisliga innstallatións-framsýning í Norðurlandahúsinum hesa vikuna.
Les alla greinina
Postað í Alt, Mentan, Talubløðran, Tiltøk, Tíðindaskriv
03 mai 2012
Lesarabræv: So upplivdi mann eisini ein lærara, sum er beinleiðis ímóti innlæring. Rani byggir sína grundgeving á fólkaskúlalógina, har hann sigur, at um LGBT sleppa at upplýsa skúlabørn, so er tað brot á skúlalógina! Jamen lat okkum kanna málið nærri, skrivar Hergeir Staksberg.
Les alla greinina
Postað í Alt, Lesarabrøv, Mentan, Samfelag, Talubløðran
03 mai 2012
Politiskt lesarabræv: 3. Mai 2012 skal fólkaatkvøða vera um kommunusamanlegging. Tað er í øllumførum ætlanin, sum landsstýrismaðurin hevur hesum viðvíkjandi. Borgarar kring alt landið eru sera ørkymlaðir, tí satt at siga veit eingin, ella í besta føri sera fá, hvat hetta snýr seg um, skrivar Arne Winthereig vegna Ungmannafelagið Samband.
Les alla greinina
Postað í Alt, Lesarabrøv, Samfelag, Talubløðran
03 mai 2012
Seinasta sunnudag, 29. apríl, lat framsýning upp í Listasavninum við danska listamanninum Thomas Kluges, ið millum annað er kendur fyri at hava málað eina portettmynd av Drotning Margrethu.
Les alla greinina
Postað í Alt, Mentan, Talubløðran, Tiltøk, Tíðindaskriv
28 apríl 2012
Bólkurin Gipsy Train hevur nýliga verið í upptøkuhølum saman við framleiðaranum Benjamin Petersen og tikið nýtt staklag upp, sum teir geva út mikudagin í næstu viku. Lagið eitur "Run, Baby, Run", og ein forsmakkur av tí kann hoyrast her.
Les alla greinina
Postað í Alt, Sjónbond, Sjónnæmi
26 apríl 2012
Tann 21. apríl lat myndlistaframsýningin "Udvandring" upp á Norðuratlantsbryggjuni í Keypmannahavn við føroysku listafólkunum Erlu Maritu Askham, Jóhan Martin Christiansen, Heiðrik á Heygum, Jóannes Lamhauge, Halldis Joensen og Silju Strøm. Síggj myndir og les ummæli av framsýningini.
Les alla greinina
Postað í Alt, Bloggar, List, Ummæli
26 apríl 2012
"Góðu fundarfólk, mínir forbannaðu samsvíkar. Eg spyrji hvørjum ætla tit at Merkið skal flagga fyri í hesum tíðum, tá ið tey fýra opinberingarrossini: spilling, grammleiki, misjavni og skammloysi fara dundrandi gjøgnum samfelagið, kleyra vælferðina upp við hógvum sínum, hekla fyrisiting og vitanarstovnar undir, fretandi á allan sóma og alla samhyggju?" Les her hørðu og revsandi røðuna hjá, ið Carl Jóhan Jensen helt á Vaglinum í gjár í sambandi við flaggdagshaldið.
Hvørjum skal merkið flagga fyri, nú tey ungu velja Føroyar frá og rýma?
Les alla greinina
Postað í Alt, Mentan, Samfelag, Talubløðran
26 apríl 2012
Politiskt lesarabræv: "Um ein trúarbólkur vildi greitt frá, at tey, sum ein liður í teirra nýggju marknaðarføring, vilja sleppa inn á stovnar og skúlar at greiða frá teirra meining og trúgv, fyri at fáa nýggjar limir og stuðlar, vildi viðkomandi trúarbókur helst verið lagdur undir indoktrinering og gera seg inn á hesi børn og teirra ands- og trúarfrælsi. Hvat so nú, tá ið ein áhugabólkur beinleiðis í miðlunum hevur greitt frá, at tey vilja sleppa inn á stovnar og skúlar, vilja brúka børn sum mið fyri teirra marknaðarføring, helst longu í barnagarðinum, til tess at boða teirra meining og trúgv!?!" Rani Andrasson Skaalum skrivar vegna Ung fyri Miðflokkin aftursvar til ætlanina hjá LGBT um at fáa læru um samkyndleika inn í fólkaskúlan.
Les alla greinina
Postað í Alt, Lesarabrøv, Mentan, Samfelag, Talubløðran
26 apríl 2012
Seinasta leygarkvøld hevði bólkurin 200 útgávukonsert fyri seinastu útgávuna hjá sær, "Vendetta". Síggj her myndir frá konsertini, tiknar av Ditte M. Joensen og Philippe Carré.
Les alla greinina
Postað í Alt, Mentan, Myndir, Sjónnæmi, Talubløðran, Tiltøk
26 apríl 2012
Leygarkvøldið 28. mars klokkan 20.00 hevur Edvard Nyholm Debess útgávukonsert í Perluni fyri seinastu fløguna hjá sær, Á Leið.
Les alla greinina
Postað í Alt, Mentan, Talubløðran, Tiltøk, Tíðindaskriv
25 apríl 2012
Fríggjakvøldið 27. apríl verður Perlan karmur um eina spennandi og intima dupultkonsert við ’Marius’ og Guðrun & Bartal. Dyrnar lata upp kl 22:00, og atgongumerki á 50,- kr fáast við dyrnar. Eisini verður okkurt selt til at sløkkja sær tostan við.
Les alla greinina
Postað í Alt, Mentan, Talubløðran, Tiltøk, Tíðindaskriv
25 apríl 2012
Nógv hava tey eftirhondini upplivað í Steinprenti av serstøkum listafólkaynskjum, men ynskið um at prenta ein heilan grindahval høvdu tey allíkavæl ikki hoyrt fyrr enn danska listakvinnan Pernille Kløvedal Helweg kom við tí. Fríggjadagin 27.apríl letur danska listakvinnan upp framsýningina HVALATEKIN/FELTGRAFIKKUR, í Norðurlandahúsinum og í Steinprent.
Les alla greinina
Postað í Alt, Mentan, Talubløðran, Tiltøk, Tíðindaskriv
24 apríl 2012
LGBT Føroyar – rørslan til frama fyri samkynd, tvíkynd og transpersónar - hevur havt aðalfund, og nýggj nevnd er farin til verka. Nevndin í LGBT Føroyar ætlar at byggja víðari á ta jaligu kós, sum varð sett, tá ið LGBT Føroyar var stovnað í fjør.
Les alla greinina
Postað í Alt, Samfelag, Talubløðran, Tíðindaskriv
23 apríl 2012
Fríggjadagin verður Dansidagurin 2012 hildin í Føroyum. Í fleiri vikur hava dansibólkar fyrireikað seg, og hendan dagin verða ymisk tiltøk í og kring gøturnar í Tórshavn umframt stóra heimsklassa breakdansisýningin, "Tribe", sum verður víst í Norðurlandahúsinum.
Les alla greinina
Postað í Alt, Mentan, Talubløðran, Tiltøk, Tíðindaskriv
23 apríl 2012
Frá mikudegi 25. apríl til hósdagin 3. mai verður filmsinstallasjónin "Lejlighedsminder" hjá møðgunum Katrini Ottarsdóttir og Hildigunn Eyðfinsdóttir sýnd í fyrrverandi tappihøllini Ny Tap á Carlsberg í Keypmannahavn.
Les alla greinina
Postað í Alt, Mentan, Talubløðran, Tiltøk, Tíðindaskriv
23 apríl 2012
Lesarabræv: "Vit ganga øgiliga høgt uppí at okkara samfelag skal verða modernisera. Nógv skal verða moderna men tíverri er vánaligur moralur næstan eisini modernaður. Okkurt er heilt galið við okkara vesturlendska samfelagi." Bergur Nónklett skrivar um modernaða samfelagið og moral.
Les alla greinina
Postað í Alt, Bloggar, Samfelag
23 apríl 2012
Nú, mikudagin 25. apríl, skipar Havnar Hornorkestur fyri flaggdagshaldi í Havn. Skrúðgongan byrjar klokkan 15, har Havnar Hornorkestur og skótarnir í Havn marsjera. Gingið verður frá Kommunuskúlanum oman á Vaglið, har Carl Jóhan Jensen heldur flaggdagsrøðuna.
Les alla greinina
Postað í Alt, Mentan, Talubløðran, Tiltøk, Tíðindaskriv
23 apríl 2012
Bloggur: "200 er røddin, ið framum aðrar vísur okkum á órætt. Við skemtiligum rokkpunki, sum fangar, fær 200 boðskapin út um, hvør bestemmar í Leoland. Hesa røddina kunnu politikarar ikki fáa at makka rætt, hvørki við samanleggingum ella hóttanum um sparingar." Niels Uni Dam hugleiðir um útgávukonsertina hjá 200, sum var í Perluni leygarkvøldið.
Les alla greinina
Postað í Alt, Bloggar, Mentan, Talubløðran, Tiltøk, Tónleikur, Ummæli
19 apríl 2012
Leygardagin 14. Apríl spældi nýstovnaða RÓ liðið móti MB í Gundadali. Síggj myndir og les meira um liðið í hesi greinini.
Les alla greinina
Postað í Alt, Ítróttur, Mentan, Talubløðran, Tíðindi
18 apríl 2012
Fríggjakvøldið 20. apríl er ÜMLÄUT í Sirkus. Kvøldið byrjar kl. 22 við dupultari rokk konsert við kultarunum í Konqueror og sjórænarametlarunum Sails of Deceit. Tá konsertin er liðug á midnátt, diskar Ray Warhol restina av náttini.
Les alla greinina
Postað í Alt, Talubløðran, Tiltøk, Tíðindaskriv
18 apríl 2012
Bloggur" Hann bleiv handtikin, seinast hann var í Føroyum. Men nú svarar Paul Watson aftur. Og tað fara føroyingar at merkja. Fríggjadagin 27. apríl sendir stóra amerikanska sjónvarpsrásin, Animal Planet, fyrsta partin av ”Whale Wars – Viking Shores” við Paul Watson á odda." Høgni Reistrup bloggar um vantandi journalistisku idealini í sendingini Whale Wars, ið eftir hansara tykki kanska er størsta álopið nakrantíð á føroyskan samleika.
Les alla greinina
Postað í Alt, Bloggar, Samfelag
18 apríl 2012
Seinastu tíðina hava virus-ávaringar poppað regluliga upp hjá vitjarum á Röddini. MEN - hóast ávaringarnar, er eingin skaði hendir á teldu hjá nøkrum vitjara á Röddini, og við miðvísum arbeiði tær seinastu vikurnar hava dugnaligu tøkningar okkara megnað at basa hesum herviliga álopi á føroyska mentanarnetið.
Les alla greinina
Postað í Alt, Talubløðran, Tíðindi
18 apríl 2012
KAPPING! Vinn atgongumerki til útgávukonsertina hjá 200, sum verður komandi leygarkvøld í Perluni, umframt fløguna "Vendetta" og DVD fløguna "Viva la Vendetta" við at svara hesum spurningi: Hvussu ofta verður orðið FOKK sagt í "Viva la Vendetta"?
Les alla greinina
Postað í Alt, Talubløðran, Ymiskt
18 apríl 2012
Fólkatónleikarabólkurin Phønix og sangarin/sangskrivarin Jákup Á Lakjuni spæla ókeypis konsert í Tøting nú leygarkvøldið 21. apríl. Konsertin, ið byrjar kl. 21.00, og er ókeypis fyri limir í Tónleikasamtakinum Grót.
Les alla greinina
Postað í Alt, Mentan, Talubløðran, Tiltøk, Tíðindaskriv